Gjørdi sína egnu maskinu



Nú nærkast tíðin, at grasi er við at verða líggjbart.

Ikki er so vanligt longur at síggja fólk hoyggja, fyri at fáa turt hoyggj. Nógv meira vanligt er at síggja fólk stúva grasið og síðan balla tað við plasti. Hetta verður fyri nógv tað mesta gjørt við larmandi mortoramboðum.

Tann útgerðin er sera dýr og ikki sørt viðbrekin. Ein máti at sleppa undan hesum er, um talan ikki er um nógv gras, sjálvur at gera sær útgerð at stúva við. Hjartvard Mikkjasson á Sandi hevur gjørt sær hesa, og hon virkar væl, og hon larmar heldur ikki.


Tá stúvað er, er eftir at fáa grasið varliga í plastsekk og fáa balluna uppá pláss, uttan at hol kemur á. Ein fyrimunur við hesum ballunum er, at tær eru sera góðar at laða upp, tí tær eru 4-kantaðar.


Hetta skrivar Gunnar Bjarnason á FB

0 views