Ghanesiskur B71ari


Ghanesiskur B71ari enn einaferð


Felagið hevur havt nógvar útlendingar millum ár og dag, summir hava verið meiri seigir í felagnum enn aðrir.


Nevnast kunnu polakkarnir Waldemar Nowicki og Piotr Krakowski, ið hava lyft felagið bæði sum leikarar og í venjaratoyminum. Waldemar verður tíbetur aftur at síggja komandi ár í vanta leiklutinum rundanum besta mansliðið og í dag kunnu vit so staðfesta at okkara góði vinur úr Ghana, Tijani Mohammed, ið sum tíð er fráliðin mestsum bara verður roknaður sum sandoyingur í hesum døgum, heldur á fram hjá B71 í 2020.


Leikari og venjari

Tijani er ein sjálvsagdur styrkur fyri besta mansliðið, ið komandi ár skal gera nógv meiri um seg enn áður, men vit hugsa eisini meiri langsiktað. Hóast Tijani enn hevur nógv ár at bjóða felagnum sum leikari, so styttist tíðin natúrligani og vit hava lagt okkum eftir at syrgja fyri at Tijani kann halda á fram at hava ein leiklut, tá hann einaferð velur at stilla gaggurnar á hyllina. Í hesum sambandi so mennir hann kravdar førleikar á fyriskipaðum venjaraskeiðum, umframt at Tijani, saman við Tonny Brimsvík úr AB leguni, hevur havt ábyrgdina fyri kvinnuliðnum hjá AB/B71 og kemur at hava sama leiklut í 2020.


Í ár hava vit víðka hendan venjaraleiklutin hjá Tijani og umframt at vera høvuðsvenjari hjá kvinnunum, so er hann settur sum hjálparvenjari hjá høvuðsungdómsvenjaranum, har hann kemur at hjálpa til við serliga U13 og U15 árgangunum hjá felagnum. Hettar er ein roynd at styrkja ungdómsvenjingina, á sama hátt sum vit áður hava lagt okkum eftir at styrkja og stimbra byrjunarstøðið ella innslúsingina í felagið. Hesin parturin hevur givið úrslit, tí hjá teimum allaryngstu er áhugin heilt góður at leika fótbólt bæði hjá dreingjum og gentum. Tað er ikki tað sama sum at siga at arbeiði er liðugt, tí nógv fleiri kundu saktans leikt, sum enn ikki leika, men við áhaldandi arbeiði, so meta vit at eisini hesi fara at brellast eftir fótbólti og tí góða felagsskapinum sum felagið bjóðar. Tá hesin aldursbólkurin so mennist og blívir eldri og byrjar at seta størri krøv til venjaran sjálvan, so er tað týdningarmikið at vit hava ment eitt venjaratoymið, ið hevur førleikar og áræði at lyfta og menna hendan ungdóm víðari.


Allir liðir eru líka týdningarmiklir, men vit koma tíverri ikki á mál uppá ein dag. Men so við og við menna vit tilboðið og læra samstundis hvat riggar uppá longri sikt.


Vit fara at enda hesa grein, og partvís hugleiðing um venjarapartin, við at ynskja Tijani hjartaliga tillukku við enn einum árið við felagnum. Vit eru takksom fyri hansara ískoyti og ivaleyst er hann takksamur fyri okkum.


Drívið á B71!

38 views