Geva ævisøguna hjá Sofusi út í bók


Í Sandoyarsendingini á R7 síðsta mánadag var prátað við Eir í Ólavsstovu, leiðara á Listasavninum á Sandi.


Eir greiddi frá um listasavnið, um arbeið sum leiðari og um Sofus Olsen, sum í sinari tí lat savnið byggja.


Sofus hevur skriva endurminningar, sum Eir, saman við Karin Kjølbro arbeiðir við at redigera, og sum ætlandi skulu gevast út í bók á forlagnum Sprotin.


Í endurminningunum skrivar Sofus um barndómin og umhvørvi har hann vaks upp á Sandi. Um fiskivinnusamfelagið og tað, ið væntaðist av einum ungum manni tá í tíðini, um at bróta frá og velja at fara undir útbúgving heldur enn at fara til fiskiskap.


Sandoyarsendingin kann hoyrast her.





23 views