Gerhard stillar upp til Løgtingið





Gerhard Lognberg boðaði í dag frá, í sendingini "Metis" á R7, at hevur hann lív og heilsuna, ætlar hann at stilla upp til løgtingsvalið, sum verður tann 31. august.


Harvið er greitt, at allir teir stóru flokkarnir fara at hava sandoyingar við á valevnislistanum til løgtingsvalið.


Fyrr í hesum mánaðinum boðaði Páll á Reynatúgvu frá, at hann hevði tikið avgerð um at stilla uppaftur.


Á fólkaflokslistanum verður tað Brandur Sandoy, sum fer at umboða oynna.


Hjá javnaðarflokkinum verður tað dalbingurin Jónleif Johannesen, sum verður á listanum.



65 views