GERHARD LOGNBERG: Latið bátarnar fiska frítt



Tað er undarligt, at hyggja oman á keiina og síggja bátarnar ligga fyri teymi.


Eg haldi meg minnast, at hetta sama hendi umleið 2004, at dagarnir vóru uppi, men tað kom skjótt aftur í lag.


Tað er eingin meining í, at hesir bátar, í bólki 5, skulu straffast.


Latið hendan bólkin fiska frítt, tí hesir hava so stórar avmarkingar. Vetrarhálvuna eru hesir sera lítið í drift. Harður streymur er eitt, sum nátúrliga avmarkar, og veðrið sum heild.


Fái tingið saman sum skjótast og áseti hesum bólki dagar. Síðan lóggeva soleiðis, at hesin bólkur fiskar frítt. Hetta málið um, at lata útróðrarbátar fiska frítt, hevur verið so nógv frammi í tinginum, tí haldi eg, at hetta er eitt mál, sum fer ígjøgnum sum einki, um fólk hava meint tað, tey hava sagt.


Við kvøðu

Gerhard Lognberg

valevni

Sambandsflokkurin