GERHARD LOGNBERG: Innsiglingin til Skopunar




Eg eri eitt sindur í villarreiði um svarini, sum Brandur Sandoy fekk frá Jørgen Niclasen, landsstýrismanni, um innsiglingina í Skopunar Havn.


Av tí, at hetta hevur mín stóra áhuga og hevur ein ómetaligan týdning fyri Skopun, má eg viðmerkja nakað.


Fyrst av øllum, so havi eg summ borgarstjóri í Skopunar Kommunu biði Jørgen Niclasen skriftliga um fund, so vit kundu greiða frá støðuni, tí tað áttu vit at vitað best um. Tað var ikki gamalt ikki at sleppa til orðana tá mann spurdi, men nei!


Men tað hevur Jørgen Niclasen ikki tímað, hóast hann hevur móttikið okkara umbøn.


Brandur spyr:

Nær verður grótið í innsiglingini til Skopunar ruddað vekk.


Ein sera viðkomandi spurningur


Jørgen svarar:

Av tí at verkætlanin ongantíð varð gjørd liðug, er nakað av gróti endað í innsiglingini.


Men so svarar Jørgen eisini til sama spurning – men økið um endan á pirinum á bergi er ruddað, so Teistin kan sigla við ávísari frástøðu.


Til hetta svarið er at siga, nei einki er ruddað um endan á pirinum á bergi, Teistin skal so vítt eg veit, halda seg einar 26 metrar úr pirinum. Og grótið kemur undan á fjørðu, so ein og hvør kann meta um hetta.


So Teistin skal skotra seg upp í siðra grótkast, tá hann kemur inn og fer út.


Jørgen sigur, at nógv grót er tikið upp í innsiglingini í 2015-2017. Síðan heldir Jørgen fram, at í 2019 varð mett neyðugt at taka nakrar steinar upp.


Jú, rætt er tað, at tríggir steinar vórðu tiknir upp í 2019.


Har er neyðugt, at fáa eitt skip at reinsa alla innsiglingina, hetta er eitt arbeiðið, sum landið ongantíð gjørdi liðugt, hetta er bráðneyðugt, áðrenn skaðin hendir


Pirin á bergi eigur landið, men havnina eigur Skopunar Kommuna.


Mitt í øllum kemur Símunarbukt inn í myndina, hetta eigur landið eisini!


Jørgen Niclasen siður, at Landsverk hevur boðað Skopunar Kommunu frá, at sár eru komin í krúnuna. Skopunar Kommuna hevur einki við hatta grótkastið at gera.


Og so sigur Jørgen, at Landsverk hevur umvælt innsíðuna á sama grótkasti, her hongur ikki saman Jørgen. Hví umvæla tit innsíðuna av grótkastinum á Símunarbukt tá skaðarnir eru á útsíðuni – Sjálvsagt! Og enntá fortelur tú, at kommunan hevur ábyrgd av hesum, tað er avgjørt ikki rætt.


Jørgen Niclasen, skal eg skilja teg soleiðis, at tú er ímóti at rudda innsiglingina til Skopunar fyri grót, tað sjokerar meg.


Landið hevur í nógv ár tikið grót upp á pollinum, tað má vera tí, at landið hevur ábyrgd av hesum, men missjavnt er, sum tað hevur gingist.


Brandur er tú nøgdur við boðskapin hjá Jørgen?


So til síðst. Pirin norðuri á bergi, við sínum grótkasti, sum er vekk vegna, at landið byrjaði eitt arbeiði, men gjørdi tað ikki liðugt, eigur landið.


Grótkastið á Simunarbukt eigur landið eisini. Eg veit at ymiskar royndir eru gjørdar fyri, at fáa Skopunar Kommunu at yvirtaka, men tað hava vit ikki gjørt og fara ikki at gera.


Um so var, at Skopunar Kommuna skuldi hildið hesi grótkastini, so hevði hon einki annað kunna gjørt, tað skilir ein og hvør.


Enn einaferð, lat okkum í Skopunar Kommunu sleppa til orðana sum skjótast, um tú Jørgen ikki vil hava okkum út í Fíggjamálaráðið, so er tú vælkomin til Skopunar, har eg skal skipa fyri fundi saman við tykkum og kommunustýrinum


Sum er, eri eg sjokeraður um svarið, sum Brandur fekk frá Jørgen Niclasen.


Vinarliga

Gerhard Lognberg

borgarstj.

Skopunar Kommuna

356 views