Gera nýtt kamping-pláss í Skálavík




Nakað er nú fráliðið síðan Smyril-Line boðaði frá, at teir fóru at gevast við virkseminum á Hotel Skálavík. Fólk í oynni, og ikki minst í Skálavík, vóru sera hørm um hetta, tí hotellið hevur alstóran týdning bæði sum ferðavinnu tilboð í oynni, men eisini tí talan var um fleiri arbeiðspláss.


Men har ein hurð fer aftur fer onnur upp.


Fyri viku síðani boðaðu Birita og Martin Karl Olsen, sum reka Café'ina á Mølini, frá, at tey fara at byggja gistingarhús á Mølini.


Og nú eru skálvíkingar aftur klárir við einum nýggjum átakið. Hesaferð er talan um eitt stórt kamping-pláss.


Tað eru Eynar Martin Kjærbo, bóndi, sum saman við Martin Kúrberg og Skálavíkar kommunu standa fyri verkætlanini. Kamping-plássið verður gjørt við vindverju og við øllum nútímans hentleikum, sum krevjast á einum slíkum plássi.


Ætlanin er at arbeiða skjótt, og tá øll loyvir eru komin uppá pláss, verður farið til verka.

0 views