Gera mat til ervið hjá Hamlet

Fríggjakvøldið verður leikurin "Hamlet" eftir Wiliam Shakespeare frúmsýndur í Norðurlandahúsinum.
Lærarar og næmingar á Mat-og Moldmentanarháskúlanum hava, í sambandi við frumsýningina, fingið eina heilt serliga uppgávu. Tey skulu nevniliga gera matin til ervið hjá Hamlet.
Í dag hava tey verið í Veltuni eftir rávørum.
Hetta skeiðið á Háskúlanum hevur heitið "ger títt egnað matstað" og temaði á skúlanum hesa vikuna er "dramaturgi og matur." Fólk sum hava verið á eini góðari matstovu vita, at tað er ikki heilt sørt av sjjónleiki í, tá tænarin vartar upp fyri gestunum.
Ervið er fyri innbodnum.
29 views0 comments