Gekkavinnari í Skálvík

Hýrurin er ivaleyst góður á Hotel Skálavík í kvøld.
Malfrið Lamhauge, sum saman við øðrum sat og spældi Gekk á Hotel Skálavík, var so heppin at fáa fulla plátu - og sleppa ígjøgnum til Petrinu í Gekka-studionum. Hepni steðgaði ikki har. Eftir fyrsta snarið hevði hon møguleikan at fáa 50 túsund krónur, men valdi at snara einaferð afturat. Tá steðgaði hjólið við síðsta naglan á reyða Gekkinum, har ein millión var í.
Gekkavinningurin var annars tríggjar milliónir, men frammanundan hevði hon valt at deila gekkaupphæddina í trý, so ein millión var í hvørjum Gekki.
Malfrið Lamhauge er úr Skálfirði.
181 views0 comments