Gekkavinnari á Sandi

Vinnarin í 4. spælinum í Gekkinum í kvøld, var Kristina Johannessen á Sandi.
Gekka upphæddin í kvøld var 1.1 millión, og Kristina valdi at býta upphæddina so 400 túsund blivu í hvørjum leypi.
Í fyrsta snarinum steðgaði hjólið á 10.000, men faldað við fimm hevði hetta givið 50.000 krónur.
Kristina valdi at snara aftur, og hesaferð var nær við, men hjólið fór einar 3 naglar ov langt til tann stóra vinningin og steðgaði á 12.500, sum faldað við trý hevði givið 37.500 krónur.
Kristina valdi at brúka síðsta møguleikan eisini, og hesaferð steðgaði hjólið á 10.000 krónum.
107 views0 comments