Gamalt er tá árið hallar....


Gamalt er, tá árið hallar,

at vit líta oss um bak,

um vit fingu fullar hjallar,

ella árið tað var rak.

Tað eg gera skal í kvøld,

lesara og vina fjøld.


Nakað soleiðis yrkti Tongla-Tummas í einum V4-tátti fyri nærum fimmti árum síðan.


Eg hevði í eina tíð spælt mær við tankan at gera eina heimasíðu ella ein portal við tíðindum fyri og um Sandoynna. Helt rætt og slætt, at sandoyarsøgurnar vóru ov ringar at fáa eyga á í hinum miðlunum, ikki tí tær ikki eru har, men har er so ómetaliga nógv annað, at er tú ikki fleiri ferðir um dagin og hyggur, ja, so er sandoyarsøgan longu endað niðast á listanum, millum gomul tíðindi. Av somu orsøk havi eg valt bara at hava tíðindi, ið eru viðkomandi fyri Sandoynna og sandoyingar.


15. mai bleiv fyrsti tíðindastubbin lagdur út. Hann var um maskinurnar, sum stóðu klárar í Húsavík, at byrja uppá Dalstunnilin.


Síðan tá eru 337 greinar lagdar út, tá er alt tikið við - tíðindastubbar, lýsingar, fráboðanir, politiskar greinar og minningarorð. Nógv er kortini fari aftur við borðinum, sum kundi verið skrivað, men SA2 er ein frítíðarverkætlan, og hetta er tað, sum orka var til.


Tíðindavirðið hevur sjálvandi verið svingandi, men tær mest áhugaverdu greinarnar hava havt rættiliga nógvar lesarar, tann besta yvir 1500 - eisini tí lesarar hjá SA2 hava verið raskir at deilt hesar á facebook. Eisini hava størru miðlarnir lánt onkra søgu frá SA2.


Havi fleiri ferðir verið spurdur um navnið "SA2" og hvat tað stendur fyri. Ætlanin var at kalla heimasíðuna "SA", men tá sa.fo ikki var tøkt, bleiv tveytalið skoytt uppí, so tað ístaðin bleiv sa2.fo.


Her við ársenda fari eg at takka øllum tykkum, sum á onkran hátt hava stuðlað SA2. Tað veri seg við hugskotum, greinum, myndum, rættlestri og tekniskari hjálp.


Fari hervið at ynskja øllum lesarum, lýsarum og viðskiftafólki annars eitt gott nýggjár, við tøkk fyri tað brátt farna árið.


Eyðstein
















0 views