Góða eydnu og blíðan byr



Hetta vóru gleðilig tíðindi. Síðani eg setti meg í samband við Óla Nattestad fyri góðari viku síðani, havi eg verið vónríkur, tí áhugi og vilji at gera mun var tilstaðar beinanvegin. Virkið í Skopun hevur fingið nýggjan eigara, ið vil gera íløgur og dagføra virkið, so framleiðslan og kappingaførið batnar. Nú kann fólkið aftur fara til arbeiðis. Sum nógv størsta arbeiðspláss á Sandoynni er týdningurin av, at virkið aftur opnar, ovurhonds stórur.


At nýggju eigararnir í Skopun fara undir virksemið við góðum treysti er alla æru vert. Takk fyri tað. Okkara uppgáva sum politikarar er nú at seta karmarnar, so tykkum ikki verða lagdir óneyðugir fótonglar í vegin. Tað gera vit við at endurskoða og styrkja tær skipanir, vit hava ment. 


Hjartaliga til lukku, góða eydnu og blíðan byr.


Jónleif Johannesen, tingmaður fyri Javnaðarfokkin


86 views