Fyrstu næmingarnir komnir á Háskúlan



Í dag byrjaðu fyrstu næmingarnir á Mat & Moldmentanarháskúlanum.


Hetta fyrsta skeiðið kallast "Matmentanarskeiðið" og varir í seks vikur. Skeiðið er skipað soleiðis at tað er eitt nýtt evni at arbeiða við hvørja viku. Henda fyrsta vikan snýr seg t.d. um mold, og seinni í heyst verður mjólk eitt evni. Seinasta vikan á hesum skeiðnum fer at snúgva seg um seyð og fletting, og tað sum hartil hoyrir.


Nakrir næmingar eru, sum taka allar seks vikurnar. Annars er áhugin stórur fyri teimum stuttu skeiðunum, sum umhandla eitt ávíst evni.


Háskúlanæmingarnir búgva í Ísansagarði, meðan undirvísingin er á Mørkini Miklu, í gamla bankabygninginum, har Ellubitin var.






256 views