Fyrstu elementini komin til Skálavíkar


Fyrstu elementini til "Gistingarhúsið á Mølini" komu til Skálavíkar í dag.


Enn er nakað eftir at gera áðrenn klárt er at seta elementini upp, men nú var tíðin at fáa hesi fyrstu elementini suður.


Elementini verða smíðað í Havn, og Martin Karl sigur, at hetta eru elementini til vestursíðuna á bygninginum, sum nú eru komin.


Sum tíðirnar eru beint nú er hopleyst at siga nakað um, nær klárt verður at taka ímóti fyrstu gestunum. Eitt er at virksemi hevur verið nógv í Føroyum og handverkarar hava havt úr at gera. Annað er "Korona-kreppan", sum hevur lagt stóran part av landinum lamið, so eingin í løtuni veit nær alt vanligt arbeiði verður tikið uppaftur.


Áhugin fyri verkætlani á Mølini er sera stórur, og hóast eingin veit nær fyrstu gestirnir sleppa at gista á "Gistingarhúsinum á Mølini", so eru fyrstu bíleggingarnar longu komnar, sigur Martin Karl.




506 views