Fyrsti el-bussurin er komin





Tann fyrsti av nyggju bussunum, sum næstu 7 árini skulu røkja koyringina í Sandoynni, kom til landið við Norrønu í morgun.


Jákup Fróði Djurhuus eigur bussin. Tað er eisini hann, sum seinastu árini hevur røkt koyringina í Sandoynni.


Tá koyringin hjá bygdaleiðum bleiv boðin út, bleiv samstundis avgjørt, at Sandoyggin skuldi vera menningarøki fyri grønari orku.

Bussarnir í Sandoynni skulu, sum teir fyrstu, koyra við varandi orkuloysnum. Eitt annað krav til nýggju bussarnar, er at teir skulu kunna taka koyristólar. Hóast nýggi sáttmálin um koyring ikki kemur í gildi fyrr enn 1. mai, so hevur ein verandi bussum, sum tann fyrsti í Føroyum, longu fingi hesa útgerðina.






85 views