Frida skal seyma vestar fyri Norðurlandahúsið



Vit sóknast eftir svørtum endurnýtslugulli


Liggur ein gamal, svartur klædningur aftast í skápinum og samlar dust? So taka vit fegin ímóti honum. Vertirnir í Norðurlandahúsinum hava tørv á nýggjum vestum, so í staðin fyri at keypa nýtt er sniðgevin, Frida Poulsen, biðin um at seyma vestarnar úr endurnýtslutilfari, sum er umhvørvisvinaligari. Tí leita vit eftir svørtum klædningsjakkum og buksum. Støddin hevur einki at siga, tí Frida sprettir alt upp, áðrenn hon seymar vestarnar saman aftur. Vit vóna, at tú kannar skuffur og skáp eftir klædningum, ið ikki verða brúktir, so teir kunnu fáa nýtt lív í Norðurlandahúsinum. Teir kunnu latast inn í móttøkuna til og við sunnudagin 30. mai.


Hetta skrivar Norðurlandahúsið á Facebook.

80 views0 comments