Fríggjadagin kemur Sambandsbussurin í Sandoynna
Valevnini hjá Sambandsflokkinum til fólkatingsvalið, umframt onnur sambandsáhuga, fara alla komandi vikuna at ferðast runt Føroyar í einum Sambandsbussi.
Endamálið við vitjanunum er at gera Sambandsflokkin og valevnini so sjónlig sum til ber og fáa veljaran uppá tal, nú fólkatingsval verður 5. juni.
Hetta skrivar Sambandsflokkurin á síni heimasíðu.
15 views0 comments