Flakavirkið er bjargað

Seinnapartin í dag frættist at Óli og Ann-Dorith Nattastad hava keypt flakavirkið í Skopun.
Nógv virksemi hevur verið seinastu dagarnar, í royndini at bjarga virkinum, og seinnapartin í dag váttaði Gerhard Lognberg, borgarstjóri í Skopun, at komi var á mál.
Framleiðslan á virkinum verður tikin uppaftur beinanvegin.