Fjarundirvísing á Háskúlanum


Næmingarnir, sum luttaka á grønmetis-skeiðnum á Mat & Moldmentanarháskúlanum, skuldu eftir ætlan havt verið til undirvísing á Sandi í gjár og í dag. Men - sum á øllum øðrum skúlum eru heldur ongir næmingar á Háskúlanum fyri tíðina.


Tí var ein roynd gjørd at skipa henda partin sum fjarundirvísing. Næmingarnir fingu fræ sendandi í síðstu viku, og eftir nógva fyrireiking á skúlanum var klárt at fara "í luftina" í dag.


Grønmetis-skeiði er skeið í 6 pørtum og byrjaði við teoretiskari undirvísing í februar. Annar partur, sum er hesa vikuna, snýr seg um at gera veltuna - ella kálgarðin kláran og um forspíring.


Tað eru ymiskir undirvísarar til teir ymisku partarnar av skeiðnum, og í dag var tað Nanna, ið til dagligt arbeiðir í Veltuni, sum undirvísti.


Hósdagin verða tríggjar vikur síðan næmingarnir, sum tá vóru á skúlanum, blivu sendir til hús.



252 views