Fitnesshøllin fingið nýggja útgerð



Fitnesshøllin í Skopun er nú betri útgjørd enn nakrantíð.


Umframt tað góðu útgerðina, ið høllin frammanundan hevði, eru nýggj venjinngartól komin afturat.


Miillum annað er lyftiútgerð komin, sum serliga er ætlað at venja armvøddarnar við.


Eitt annað spennandi tól, sum eisini er nýtt, er ein sonevnd Airbike. Ein Airbike er ein samanrenning millum eina kondisúklu og ein krossara, har beinini verða nýtt sum tá ein súklar, meðan armarnir í staðin fyri at halda í eitt róður, verða nýttir sum tá vant verður við krossara. Í staðin fyri hjól, hevur Airbike'in eina viftu sum ger, at tess harðar vant verður, meira økist mótstøðan.


Airbike'in er betur enn nøkur onnur útgerð til tað, ið kallast Cardio-venjing. Cardio-venjing styrkir hjartað og vøddarnar, og betrar samstundis evnisbrenningina í kroppinum.


Randi Hentze, sum rekur Fitneshøllina í Skopun sigur, at útgerðin má vera í lagi, og tí fylgja tey eisini væl við, hvat rørir seg á marknaðinum fyri venjingarúgerð,


Hjá Fitneshøllini eru fleiri hald at velja ímillum. Umframt vanligt hald, mánaðarligt og árligt, eru eisini hald fyri ung, fyri lesandi og fyri pensonistar.


Í morgin er Summarhugni í Skopun, og tá hevur Fitnesshøllin opið hús, og skipar eisini fyri onkrum av tiltøkunum, sum eru á skránni.

0 views