Finnur undirhelt í Virkinum


Ítróttardagurin, sum eind 8 hjá Almannaverkinum skipaði fyri í dag, endaði seinnapartin við góðum borðhaldi í Virkinum.


Umframt tann góða matin, var eisini annað á skránni.


Finnur Koba sang nakrar av best kendu sangunum hjá Páll Finnur Páll. Umframt nýtt tilfar, so rungaðu "Forelskaður sjónleikari" og "Herbergið" í veitslusalinum í Virkinum seinnapartin.


Har var eisini góður felagssangur, heiðursmerkjahandan og røður. Ein av røðarunum var landsstýriskvinnan í almannamálum. Hon tosaði m.a. um, hvussu gott tað var fyri heilsuna at røra seg, men helt, at størsti vinnarin av einum tiltaki sum hesum, var felagsskapurin. Tað at vera saman um eitthvørt, tí einsamøll megna vit so lítið.




22 views