Fimm nýggj feløg í 2019

Av teimum gott 300 nýstovnaðu feløgunum sum vóru skrásett í 2019 eru fimm við heimstaði í Sandoynni.
Talið av nýstovnaðum feløgum verður stundum brúkt, tá mett verður um hvussu gongst í samfelagnum.
Tey fimm svara ti 1.6% av nýstovnaðu feløgunum í 2019. Samanborið við fólkatalið er hetta lutfallsliga lítið. 2,5% av fólkinum býr í Sandoynni.
Feløgini eru:
Navn: Sp/f Nesbúgvin
Kommuna: Sands
Endamál: Endamál felagsins er at reka útróðrarvinnu og annað virksemi í hesum sambandi.
Navn: Sp/f Hentze
Kommuna: Skopunar
Endamál: Endamál felagsins er at reka vøddamýkingarstøð og virksemi tí líkt, at eiga kapitalpartar í øðrum kapitalfeløgum, umframt at reka handil og ídnað og annað virksemi tí líkt.
Navn: Sp/f ECG
Kommuna: Sands
Endamál: Endamál felagsins er at eiga virðisbrøv, at eiga og reka ognir, at reka handverkara - og handilsvinnu innan byggivinnuna, at veita ráðgeving innan byggivinnuna, umframt at vinna pening á ymsan hátt.
Navn: Sp/f ECG Holding
Kommuna: Sands
Endamál: Endamál felagsins er at eiga virðisbrøv, at eiga og reka ognir.
Navn: ÍVF Kæti
Kommuna: Húsavíkar
Endamál: Endamál felagsins er at reka virksemi innan undirhald og ferðavinnu umframt annað virksemi í hesum sambandi.