Fimleikurin er byrjaður aftur


Venjingarnar hjá Sandoyar fimleikafelag eru nú byrjaðar aftur aftaná summarfrítíðina.


Børnini byrjaðu í síðstu viku, og í kvøld var fyrsta venjingin hjá teimum vaksnu.


Vant verður hvønn hósdag í høllini inni í Dal. Tað eru í ár fýra hold sum venja. Tey smæstu venja saman við vaksnum, eitt hold er við børnum 5-9 ár, eitt við 10-14 ára gomlum, og eitt hold er við vaksnum.


Sandoyar fimleikafelag er ímillum tey yngru feløgini í oynni. Tað bleiv stovnað í apríl mánað í 2015.


Frida Poulsen eigur myndina.

11 views