Ferðsluljós í Traðardali


Landsverk fer í næstum at seta ferðsluljós upp í Traðardali.


Á heimasíðuni hjá Landsverki stendur henda kunngerðin frá 30. august.


"Fram til mánaðarskiftið august-september 2020 verða ferðsluljós nýtt í sambandi við, at koyrt verður við dumpara tvørturum landsvegin í Traðardali."


Vanliga hava slíkir dumparar ikki loyvi at koyra á alfaravegi. Tað er heldur ikki uttan orsøk. Eitt er at vektin er øgilig - eini 100 tons við last, er ikki at rokna sum ein stórur dumpari. Annað er, at útsýnið hjá sjaførinum heldur ikki er tað, sum tað er á vanligum bilum.


Fyribils eru ávaringarskeltir sett upp um, at dumparar koyra tvørturum vegin. Harafturat er ferðavmarking sett í verk, so ikki er loyvt at koyra meir enn 40 km um tíman í økinum.


Hyggjuráðini eru tí, at virða ferðavmarkingina og annars at hava eyguni við sær.







94 views