Felags gudstænasta og eitt av Føroya bestu kórum


Kristi himmalsferðardag, 13. mai, kl. 12.00 verður felags gudstænasta í høllini inni í Dal á Sandi. Havstein Klein prestur prædikar. Gudstænastan verður hildin í sambandi við fótbóltsmarathon, sum B71 skipar fyri.

Gøtu kirkju ungdómskór syngur undir leiðslu av Símuni Hammer. Kórið hevur luttikið í fleiri kappingum bæði í Føroyum og uttanlands, og hevur staðið seg væl.

Tónleikarar undir leiðslu av Ingmari Berg Mikkelsen spæla undir til felagssangin.

Konfirmantar luttaka við upplestri. Gentur úr 8. flokki í Sandoyar Meginskúla hava gjørt altartalvu, sum verður avdúkað til høvið.

Høgni Reinert Hansen, ljóðtøkningur, hevur tikið upp ljóðið av kirkjuklokkum í øllum prestagjaldinum. Vit fara at hoyra tær, hvussu tær hava hvør sín dám og ljóm. Í meðan síggja vit myndir av kirkjunum, sum ljóðið er frá.

Høvi verður at keypa brunsj frá kl. 10.00-11.30.

Og suppu eftir gudstænastuna.

Øll eru vælkomin.

Koronutilmælini verða hildin.

11 views0 comments