Farma-ferja til sigling um Skopunarfjørð

Jørgen Niclassen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, fer í dag at leggja uppskot fyri Løgtingið um eykajáttan at keypa eina farma-ferju at sigla um Skopunarfjørð.
Ferjan fæst fyri 10 milliónir, og ætlanin er at hon skal sigla við farmi um Skopunarfjørð, til koyrandi verður gjøgnum tunnilin, á heysti í 2023.
Vinnuliga virksemið í Sandoynni er so stórt, at Teistin ikki klárar at flyta bæði fólk og farm um fjørðin.
Sambært Dimmalættin í dag, noyðist flakavirkið í Skopun javnan at leggja stilt, tí eingin rávøra fæst suður til virkið.
71 views0 comments