Fara at stoypa um einar tríggjar vikur

Arbeiðið, at byggja gistingarhús á Mølini í Skálavík, gongur framá.
Allar rørleiðingar til og frá byggiplássinum eru lagdar og stykkið er liðugt planerað.
Næsta stigið er at stoypa fundamentið til bygningin. Til hetta skal brúkast nakað av flamingo-elementum. At arbeiða uttandura við flamingo krevur hampiligt veður, men Martin Karl vónar at kunna byrja arbeiðið um miðjan mars mánað.
Gistingarhúsið verður 40 metrar langt og 7 metrar breitt. Har verða 10 kømur við baðirúmi. Øll eystursíðan verður úr glasi, meðan restin av bygninginum, sum er í einari hædd, verður timbur.