Fólkatalið í Sandoyar sýslu óbroytt

Sambært heimasíðuni hjá Hagstovuni er fólkatalið í Sandoyar sýslu óbroytt hetta seinasta árið.
Nýggjastu tølini eru frá 1. mai í ár, og tí er samanberingin gjørd við 1. mai í fjør. Báðar dagarnar var fólkatalið í sýsluni akkurát tað tað sama, 1268 borgarar.
Verður hugt eftir kommununum, so hava Sands- og Húsavíkar kommuna eina lítla framgongd, Skálavíkar kommuna er óbroytt meðan Skopunar- og Skúvoyar kommuna hava eina lítla afturgongd.

46 views0 comments