Fólkaflokkurin og Javnaðarflokkurin størstir í Sandoynni
Fólkaflokkurin og Javnaðarflokkurin blivu størstir í tí sum fyrr kallaðist Sandoyar valdømi.
659 fólk hava valt, á leið tað sama sum fyri fýra árum síðani tá 658 valdu.
Við 190 atkvøðum, svarandi til 28,8% gjørdist Fólkaflokkurin størstur. Næstur var Javnaðarflokkurin við 167 atkvøðum, svarandi til 25,3%, Sambandsflokkurin fekk 159 atkvøður, svarandi til 24,1% og Tjóðveldi fekk 132 atkvøður, svarandi til 20.0%.
Her skal ikki gerast nøkur nærri greining av úrslitinum, men við til søguna hoyrir, at tveir av politisku tungvektarunum í Sandoynni vóru ikki uppstillaðir hesaferð. Tað eru Páll á Reynatúgvu, sum seinast var á Tjóðveldislistanum og Gerhard Lognberg, sum tá var á Sambandslistanum. Báðir fingu teir nógvar persónligar atkvøður í 2015.