Fólkaflokkurin hevur hugnakvøld í Virkinum

Fríggjakvøldið 16 august kl 19.00 skipar Fólkaflokkurin fyri hugnakvøldi í Virkinum á Sandi.
Brandur Sandoy, valevni og borgarstjóri, Jørgen Niclasen, formaður, og Óli Breckmann, fyrrverandi løgtings- og fólkatingsmaður, luttaka.
Smyrjibreyð og okkurt gott afturvið verður at fáa. Eisini verður Harmonikan við.
Hetta skrivar fólkaflokkurin á Facebook.
37 views0 comments