Eykatúrar aftaná midnáttarsangin



Kommunurnar í Sandoynni hava í felag tikið stig til at sandoyingar nú hava møguleikan at sleppa til hús aftaná midnáttarsangin á tjóðarhátíð okkara.


Kommunurnar hava leigað Sildberan og Spógvan, sum sigla av Gomlurætt 30. juli 2019, kl 03.00.


Hesi skip taka 75 fólk tilsamans, og sær tað út til at tørvurin er størri enn hetta, verður ein eykatúrur gjørdur.


Áheitanir eru komnar frá borgarum, sum ynskja hetta stigið, og er hetta samstundis ein liður í at fyrireika oyggjafólkið uppá fyrimunirnar ið verða við fasta sambandinum, ið verður veruleiki um fá ár.


Hetta siga borgarstjórarnir í Sandoynni í tíðindaskrivi í dag.

57 views