Eyðvarur verður borgarstjóri

Brandur Sandoy hevur í dag boðað Sands kommunu frá, at hann ikki verður tøkur at røkja kommunustýrissessin fyribils, tað sum eftir er av árinum.
Eyðvarur Petersen verður nýggjur borgarstjóri. Eyðvarur hevur verið varaborgarstjóri á Sandi siðan hetta bygdarráðið tók við.
Til dagligt er Eyðvarur skipari og reiðari á Sandshavinum, men hann hevur drúgvar royndir í kommunalpolitikki. Hann var fyrstu ferð valdur í bygdarráðið í 1992. Hann hevur tó ikki sitið í bygdarráðnum allar seturnar síðan tá.
Av tí at Brandur fer, ikki bara úr borgarstjórasessinum, men úr kommunustýrissessinum kemur Fríði Nolsøe, sum var næstur á listanum, inn sum nýggjur bygdarráðslimur.