Eplafestivalurin letur heilsa



Eplafestivalurin letur heilsa øllum, at 28. september 2019 verður aftur Eplafestivalur í Trøðum á Sandi! Meir kunning kemur.

Eigur tú besta, føroyska eplarættin?

Í fjør varð skipað fyri kapping í matkynstri á Eplafestivalinum! Hetta tiltak eydnaðist væl, og verður tí endurtikið í ár. Vinnarin í fjør gjørdist Frida Poulsen úr Skálavík, sum gjørdi ”Eplafestival Salat” við íblástri úr Italia.

Nú Eplafestivalurin stundar til, ber til at siga at fyrireikingarnar veruliga byrja at taka skap og spenningur rørist. Heilt nógv tiltøk eru á skrá og skráin, verður almannakunngjørd í komandi døgunum.

Eitt av tiltøkunum er ”eigur tú besta, føroyska eplarættin”. Hetta er eitt tiltak, har høvi verður hjá øllum, sum hava ein eplarætt, sum kann koma úr skápinum.

Dømingin verður skipað soleiðis: 3 matkøn fólk: Telur 50% 4 leikfólk døma í blindsmakking: Telur 50%

Reglur: - Rætturin skal verða eftir egnari uppskrift - Epli skulu vera ein av høvuðsingrediensunum - Rætturin skal latast inn í trimum eintøkum í seinasta lagi leygardagin 28. september kl 11.00 við Tingborð í Trøðum á Sandi.

TILMELDING Á VELTAN@VELTAN.FO ELLA EPLAFESTIVALURIN Á FACEBOOK

Øll eru vælkomin at melda seg til, og Eplafestivaurin vónar at eplarættir úr øllum landinum luttaka

Luttøkan er ókeypis.

66 views