Endaðu kappingarárið á 7. plássi


Í gjár bleiv síðsti dysturin spældur í hesum kappingarárinum. B71 spældi útidyst móti NSÍ við Løkin í Runavík.


Fyri B71 var ikki so nógv uppá spæl í hesum dystinum. Plássið í 1. deild komandi kappingarár var tryggja áðrenn síðsta dystin og langt var upp til heiðursmerkini.


Av tí sama fingu teir yngstu likararnir møguleikan at royna seg. Nógvir óroyndir leikarar vóru við í byrjunar uppstyllingini, eins og aðrir blivu skiftir inn.


Úrslitið gjørdist 10-2 til NSÍ.


Hetta skrivar B71 á Facebook.


"Vit høvdu kanska verið betri tæntir við at tiga hettar úrslitið burtur, men tað er ikki tað felagið vit eru. Vit royndu at geva ungdómi leiktíð og spæla góðan fótbólt, men at siga at tað gav bakslag er ikki at siga for nógv.

Hóast vit høvdu nógvar óroyndar leikarar við í byrjunar uppstillingini, eins og aðrir blivu skiftir inn, so var tað ikki soleiðis at nakar væntaði eitt skrædl, men tað var tað tað bleiv.

Soleiðis er. Dreingirnir vóru við gott mót eftir dystin hóast alt og søgdu seg vera klárar aftur at stríðast komandi ár, tá felagið nokk skal syrgja fyri at teir fáa uppaftur betri fortreytir at mennast og skapa góð úrslit. Tá verður hesin vánaligi dysturin og ódámliga tapið "ein saga blot".

Takk fyri árið ið fór. Vit koma sterkari afturíaftur!"

0 views