Elis er farin


Í gjárkvøldið andaðist Elis Poulsen, 67 ára gamal.


Elis Poulsen var fram um alt annað kendur sum útvarpsmaður. Í meir enn 30 ár gjørdi hann sendingar í útvarpinum, sum í flestu førum tóku lurtaran við í sendingina. Annahvørt hann var úti við mikrofonini, ella tað vóru sendingar har lurtarin kundi ringja inn.

Seinastu árini gjørdi hann sendingin "Upp á tá", við norðurlendskum dansibands-tónleiki. Í nógv á vitjaði hann festivalarnar í Sel og Seljord, har hann hitti og gjørdi samrøður við nógv av teimum sum javnan vóru at hoyra í "Upp á tá."


Hóast sjúkan rakti og evnini at tosa viknaðu, so helt Elis fram at gera sendingina. Við hjálp frá sínum nærmastu og frá vinmanninum Finni Olsen, var Elis við til at leggja sendingar til rættis, og so seint sum í mei mánað var hann við til at gera beinleiðis sendingar, bæði frá Dansibandfestilinum í Vágu og úr Virkinum á Sandi.



0 views