Eitt ár síðan Caféin á Mølini lat upp


Í dag 30. juni er eitt ár síðan Cafein á Mølini lat dyrnar upp fyri almenninginum.


Móttøkan var góð frá fyrsta degi og Mølin var væl vitja, bæði av sandoyingum og av fólki, sum vitjaði í oynni.


Í vetur hevur Cafein havt opið ávís vikuskiftir og annars tá samanhangandi frídagar hava verið, men fríggadagin 28. juni byrjaði summarskráin á Mølini við hesum upplatinagartíðunum:


Mánadag-hósdag 11.00 - 22.00, fríggjadag og leygardag 11.00 - 02.00 og sunnudag 13.00 - 22.00

Eins og síðsta summar verður harmonikutónleikur á skránni hvørt hóskvøld frá kl. 20 til 21. Komandi vikuskifti verður stevna í Skálavík, og fríggjakvøldið frá kl. 19 - 22 fer Sámal Ravnsfjall at spæla á cafeini.


Spurd um fleiri tiltøk vera á skránni í summar, siga Birita og Martin Karl, at tey arbeiða við ymsum ætlanum, men hetta er tað, sum liggur fast beint nú.

350 views