Ein triðingur boraður av Sandoyartunlinum



Í síðstu viku vórðu boraðir 42 metrar av Sandoyartunlinum. Í alt eru nú boraðir 3.571 metrar, av 10.785 metrum.


Í Traðardali vórðu boraðir 23 metrar. Har eru nú boraðir 1.925 metrar.


Á Gomlurætt vórðu boraðir 19 metrar. Har eru nú boraðir 1.646 metrar. Harumframt varð byrjað at bora tann fyrsta av fimm pumpubrunnum í Sandoyartunlinum. Hesin fyrsti brunnurin liggur undir hólmanum í Kirkjubø.


Sjá viðløgdu mynd, sum vísur hvussu brunnurin er háttaður. Tað, ið er litað reytt, er sprongt higartil.


Lekar og koronafarsóttin ávirkaðu arbeiði í seinastu viku.




98 views