Ein snild loysn



Ein lesari hevur vent sær til sa2.fo við hesari søguni.


Tá Teistin seinnapartin leygardagin skuldi taka bilarnar umborð á Gomlurætt. gekk ikki heilt sum ætlað.


Fleiri stórir bilar skuldu við henda túrin, men onkursvegna var feilur komin bíleggingarskipanina, tí stóru bilarnir vóru tilsamans longri enn dekkið á Teistanum.


Manningin var kortini ikki heilt ráðaleys. Ein av hesum stóru bilunum var útgjørdur til at flyta bilar, so har bleiv handlað skjótt. Eftir eitt sindur av umskipan bleiv trupulleikin loystur soleiðis sum vit síggja á myndini.

0 views