Sløkkja ljósið á Sandi

Leygarkvøldið frá kl 20.30 til kl 21.30 er Earth Hour.
Sands Kommuna er við og vit fara ímillum annað at sløkkja øll gøtuljósini í 1 tíma.
Earth Hour er eitt alheims tiltak, og ein tíma sløkkja menniskju kring allan knøttin ljósið fyri at sýna umhvørvinum ans.
Vit heita á allar borgarar um at sløkkja ljósið leygarkvøldið frá kl 20.30 til kl 21.30.