Dart Sandoy hevur opið hús

Dart Sandoy er dartfelag á Sandoynni. Felagið er fyri øll, sum hava hug at spæla dart – bæði til gaman og álvara.
Dart er eitt spæl við hugnaligari samveru við øðrum dartáhugaðum.
Dart Sandoy heldur til á loftinum á Tormansvegi 34 í Skopun.
Í hølunum eru sera góðar umstøður at spæla dart. Sum limur í Dart Sandoy hevur tú atgongd til hølir felagsins – tá tú hevur hug at spæla.
Opið hús verður í hølum felagsins leygardagin 30. novembur 2019 frá kl. 14:00
Øll eru vælkomin at vitja og royna at kasta nakrar pílar. Pílar eru til láns í hølunum hendan dagin.
Í hølunum er møguleiki at keypa pílar, skivur og aðra dartútgerð.
Vitja facebook síðu okkara. Dart í Sandoynni
PS. Dart Sandoy er nýggja navnið hjá Team Sandoy.
Navnabroytingin er framd, tí at nýggja navnið betur vísur, hvat virksemi felagins umfatar.
Hølini eru opin fyri roynd og óroynd:
Mánadag: 19.30 – 21.00
Týsdag: 19.30 – 21.00
Hósdagur: 19.30 – 21.00
Við Dart kvøðu
Nevndi í Dart Sandoy