Daddan søkir eftir fólki í Sandoynni



Søkt verður eftir fólki at starvast sum daddur.


Um okkum: Í/F Daddan er ein nýggj fyritøka, ið umsitur barnaansing. Hetta fevnir um, at fara út til heimið hjá fólki, at ansa børnum teirra, heintan í barnagarði o.a. tílíkt virksemi.


Vit vænta:

At tú tímir at arbeiða við børnum

At tú ert ábyrgdarfull/ur og sjálvbjargin

At tú sjálv/ur finnur flutning til arbeiðsstaðið

At tú megnar, at skapa eitt trygt umhvørvi, við virðing og umsorgan fyri einstaka barninum og foreldrum teirra


Vit bjóða tær: Eitt starv, har tú kemur at skapa stuttligar og hugnaligar løtur saman við børnunum. Dentur verður lagdur á, at børnini eru í einum tryggum umhvørvi, har tey væntandi fáa tætt samband til dadduna.


Hjá okkum, verður tú partur av einum felagsskapi, ið hugsar kreativt, og har tú sjálv/ur kemur at skipa tín arbeiðsdag.


Løn og setanartreytir: Løn sambært avtalu. Meira fæst at vita: Meira fæst at vita, við at venda sær til umsitingina: Heidi Jónsveinsdóttir Simonsen ella Jórunn Gudmundsen, á tlf. 259986 ella á tlf. 787010


Umsóknarfreist: Umsóknarfreistin er: 20/02-2020. Umsókn, CV o.a. skal sendast til daddan@daddan.fo