City TAXI koyrir í Sandoynni

Tíðindaskriv: Hetta vikuskiftið koyrir City TAXI í Sandoynni í sambandi við Sandoyarstevnuna, sum hesiferð er í Húsavík.
Sandoyarstevnan hevur eina góða skrá og fríggjakvøldið er m.a. forvitnislig konsert.
City TAXI byrjar at koyra fríggjamorgunin og annars alt vikuskiftið.
Caféin á Mølini er opið fríggjakvøldið og bjóðar lekrar burgarar og stutt er til Húsavíkar.
Leggjast skal afturat, at Caféin á Mølini bjóðar morgunmat sunnudagin frá kl. 09:00 til 11:00