City Masters úr Sands skúla eru føroyameistarar




Kl 10 í morgun byrjaði FIRST LEGO League kappingin, sum í ár bleiv hildin í skúlanum á Argjahamri. Gunvør Balle, varaborgarstjóri í Havn setti stevnuna.


23 lið luttóku í kappingini.


Avbjóðingin í FIRST LEGO League-kappingini í ár hevði heitið City Shaper og snúði seg um at finna loysnir, hvussu vit kunnu byggja ein betri heim, og hvussu fólk kunnu trívast í einum burðardyggum umhvørvi.


Børnini læra við at royna seg fram. Við at granska, leggja fram og skriva uppgávur. Við at arbeiða saman, programmera og at hugsa verkfrøði. Og ikki minst at hava tað stuttligt.

Liðini skuldu menna Lego-robottar og loysa avbjóðingar, ið hesa ferð eru, hvussu vit kunnu trívast í býum í framtíðini.


Føroyameistarar í First Lego League 2019 eru City Masters úr Sands Skúla.


Um vinnararnar bleiv sagt, tá kappingin var avgjørd, at "tey hava verið imponerandi í granskingini, tey hava verið imponerandi í tøknini, tey hava verið imponerandi í marknaðarføringini og hava sum heild klárað seg ótrúliga væl."


Manningin á liðnum var henda: Ró, Magnus, Dánjal, Hannah, Beinir, Annika, Rebekka og Elsebeth, øll úr 5. flokki.


Lilian Clementsen eigur myndina.



442 views