Byggja gistingarhús á Mølini


Hjúnini, Martin Karl og Birita, sum reka Café'ina á Mølini í Skálavik, fara nú undir eina nýggja verkætlan.


Talan er um 1. byggistig av einum gistingarhúsi. Byrjað verður við eini lon við 10 kømurum til útleiging. Kømurini verða 22 fermetrar hvørt, við baðirúmi, dupultsong og sovisofu, so trý til fýra fólk rúmast á hvørjum kamari.


Lonin verður bygd skamt frá Caféini, og graviarbeiði byrjar fyrsta dagin. Akkurát nær arbeiðið skal vera liðugt fáast tey ikki at siga.


Martin Karl og Birita hava, síðani tey byrjaðu á Mølini, arbeitt við fleiri verkætlanum innan ferðavinnu. Tann fyrsta var Café'in, sum lat upp tann 30. juni í fjør. Onnur er at seta bygningarnar á Mølini í stand. Bygningarnir eru í alt 800 ferðmetrar til støddar, so tað letur upp fyri nógvum møguleikum.







402 views