Busskoyringin í Sandoynni boðin út av nýggjum


13. juni var freistin, at bjóða uppá koyringina hjá Bygdaleiðum tey næstu 7 árini, úti.


Tvey tilboð komu uppá koyringina í Sandoynni, men óvissa um ferðatímatalið ger, at tað ikki ber til at samanbera tilboðini, og tí hevur Strandferðlan gjørt av at bjóða koyringina í Sandoynni út av nýggjum.


Tað serliga við hesari útbjóðingini er, at Sandoyggin skal vera menningarøki fyri grønari orku.

Bussarnir í Sandoynni skulu, sum teir fyrstu, koyra við varandi orkuloysnum. Tey sum bjóða uppá koyringina í Sandoynni, gera sjálvi av hvørjum slagi av grønari orku bussarnir koyra við, men hugt verður eftir hvaðani orkan kemur og hvussu nógv samlaða CO2 útlátið verður.

43 views