Brim í Skopun

Orsaka av illveðrið hevur Sandoyggin onkið ferðasamband havt í dag.
Siglingin hjá Sildberanum var avlýst longu í gjár, og tá var eisini boða frá at Teistin væntandi kundi taka siglingina uppaftur kl. 18.35 í kvøld.
Hetta bleiv kortini av ongum, tí brim er í Skopun.
Hetta hevur sjálvandi eisini aðrar avlýsingar við sær. Millum annað at eingin postflutningur hevur verið og í handlunum merkir tað t.d. at ongin bakstur er at fáa.
Nær siglingin verður tikin uppaftur er ikki fráboðað enn, men smb yr.no, verður veðrið heldur fragari í morgin.
Rósing Lydersen eigur myndina.
www.sa2.fo
51 views0 comments