Breti skal venja B71


Richard Goffe nýggjur høvuðsvenjari hjá Sandoyar Ítróttarfelag B71 2020-2021.


Eftir drúgva leitan og nógvar samrøður, so hava vit loksins funnið nýggja høvuðsvenjaran í fótbólti hjá felagnum.


Richard Goffe verður 38 ára gamal fyrst í januar og er breti, upprunaliga úr London, men hevur seinastu tvey árini búð og arbeitt í Vestmannaoyggjunum í Íslandi, har hann hevur starvast sum venjari hjá íslendska felagnum ÍBV, umframt at hava drúgvar royndir sum fótbóltsvenjari í navnfræmum enskum feløgum sum Reading og QPR.


Sáttmálin bleiv undirskrivaður í gjárkvøldið og er galdandi fyri komandi tvey árini.


VIt í Sandoyar Ítróttarfelag B71 fara at ynskja Richardi allarbestu eydnu í starvinum og vit gleða okkum til eitt gevandi og spennandi samstarv fyri framman.


Hetta skrivar B71 á facebook.

14 views