Brandur tvær atkvøður afturat


Atkvøðurnar frá løgtingsvalinum leygardagin eru nú fíntaldar.


Størsti spenningurin var, um fínteljingin fór at broyta úrslitið hjá Framsókn. Valkvøldið var bara ein atkvøða á muni millum Poul Mikkelsen og Ruth Vang. Úrslitið broyttist kortini ikki, tí við fínteljingini fekk Poul Mikkelsen seks atkvøður afturat, meðan Ruth Vang fekk eina atkvøðu afturat.


Valkvøldið var Brandur Sandoy nummar 11 á Fólkaflokslistanum við 287 atkvøðum - eina atkvøðu aftavfyri Anniku Olsen, sum fekk 288 atkvøður.


Við fínteljingini fekk Brandur tvær atkvøður afturat meða Annika fekk eina atkvøðu afturat. Úrslitið gjørdist tí at bæði fingu 289 atkvøður.


Løgtingsvalnevndin avgjørdi tí við lutakasti, at Annika Olsen er nummar 10 á listanum, meðan Brandur Sandoy er nummar 11.

125 views