Brandur spyr um trygd undir verkfalli



Munnligur fyrispurningur til Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, landsstýriskvinnu í Almannamálum. Spurningur: 1: Ætlar landsstýriskvinnan at tryggja okkara veikastu borgarum nakra verju í eini møguligari komandi verkfalsstøðu? Viðmerkingar: Undanfarna landsstýriskvinna í Almannamálum, Eyðgunn Samuelsen, hevði sambært skrivligum fyrispurning 15/2017 frá undirritaða, í hyggju at tryggja okkara veikastu borgarum verju undir verkfalsstøðu, so at støðan ikki kom at endartaka seg, ið galdandi varð undir seinasta verkfalli hjá Pedagogfelagnum.

Hóast hetta lyfti er onki hent á hesum øki.

Borgarar okkara við serligum avbjóðingum og familjur teirra eru sera óttafull hvørjaferð sáttmálasamráðingar eru á arbeiðsmarknaðinum, tí hetta kann hava við sær at tey verða rikin úr teirra heimi, og ikki fáa ta lívsneyðugu hjálp tey hava tørv á dagliga.

Samfelagið tryggjar alt fleiri samfelagsbólkum teirra rættindi, men enn hevur samfelag okkara ikki megnað at vart hesar borgarar í verkfalsstøðu.

Landsstýriskvinnan verður tí spurd, um hon hevur nakra ætlan á hesum øki, og hvat hetta kundi verið. Brandur Sandoy, Tingmaður

0 views