Brandur spyr um rúsevni



Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52 a

Fyrispurningur um rúsevni, settur landsstýrismanninum í fíggjarmálum, Jørgeni Niclasen (at svara skrivliga eftir TS § 52 a)

1. Er starvsfólkaorkan hjá tolleftirlitinum vaksin samsvarandi vøkstrinum í innflutninginum seinastu 20 árini?

2. Í sambandi við fíggjarlógaruppskotið fyri 2021 hevur landsstýrismaðurin svaraðFíggjarnevndini, at TAKS í 2020 hevur styrkt tolleftirlitið við einum tollara. Metir landsstýrismaðurin, at hetta er nøktandi fyri at tálma innflutninginum av ólógligum rúsevnum til Føroya?

Viðmerkingar:

Rúsevnini síggja út til at floyma ótálmaði til Føroya.

Frá ungfólki frættist, at tey javnan fáa í boði at keypa sær ólóglig rúsandi evni.

Seinastu tíðina hevur rættiliga borið av, og sær tað út til, at nú eru rúsevni eisini at finna millum skúlaungdóm í skúlatíð.

Ungdómurin er okkara dýrasta tilfeingi, øll framtíð landsins liggur í hondunum á ungdóminum. Tað er tí sera óhugnaligt at verða vitni til, at ein munandi partur av okkara ungdómi kemur í samband við ólóglig hørð rúsevni dagliga.

Avleiðingarnar eru ógvusligar av nógvu rúsevnunum. Alt frá tí at goldið verður fyri hendan rúsin við seksuellum tænastum, sigst, til at heilar familjur fara í knús, hjúnaskilnaðir, og at foreldur ikki fáa røkt sítt arbeiði vegna vøkunætur og hartil hoyrandi sjúkrameldingar vegna strongd. Fyri ikki at tala um heilsuligu trupulleikarnar, ið ungdómur okkara fær upp á sikt av hesum vandamiklu rúsevnum.

Innflutningurin til Føroya er vaksin sera nógv seinastu árini, meðan tað hoyrist, at orkan til eftirlitið ikki hevur fylgt við, og at tørvur er á fleiri størvum innan tolleftirlit. Sjálvt um TAKS hevur sett ein tollara afturat í 2020, er lítið sum bendir á, at hetta er nøktandi fyri at minka um nøgdirnar av ólógligum rúsandi evnum í Føroyum. 

Samfelagsliga er hetta ein stórur trupulleiki, og tí mugu vit sum ábyrgdarhavandi taka málið í álvara, og ikki seta kikaran fyri blinda eygað, væntandi at hesin trupulleikin bara hvørvur aftur av sær sjálvum.

Tí verður hesin spurningurin settur landsstýrismanninum.

Á Løgtingi, 5. november 2020

Brandur Sandoy



21 views